Herdis Højgaard Petersen, sum spælir fyri U16-gentur hjá Kyndli, skoraði fyrsta hondbóltsmálið nakrantíð høllini við Tjarnir.
Kyndil a og Neistin spældu finaluna hjá U16-gentum. Tað gekk ein løta, áðrenn fyrsta málið í dystinum varð skorað. Men tá ið dystarklokkan vísti 3.27 setti Herdis Højgaard Petersen bóltin í málið og gjørdist harvð fyrsti málskjútti í høllini við Tjarnir.
Herdis Højgaard Petersen fekk eitt skreytblað, sum vísir, at hon er fyrsti málskjútti í høllini.
Neistin vann dystin 26-22, og er harvið steypavinnari hjá U16-gentum.