, ,

Arsenal styrkja seg við hollendskan landsliðsleikara

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tann 22 ára gamli verjuleikarin hevur leikt 15 landsdystir fyri Oranje og hevur síðani 2014 leikt fyri Ajax Amsterdam. Upprunaliga kom hann úr Feyenoord, men hevur meginpartin av sínara fótbóltsleið leikt við Ajax.

Hann fekk sín fyrsta dyst fyri Ajax tann 7. mars 2020 ímóti Heerenveen, tá ið teir vunnu ein 3-1 sigur. Í alt hevur hann leikt 121 dystir og skorað 6 mál fyri felagið.

Fyrrverandi Ajax venjarin Erik Ten Haag royndi í fjør at fáa leikaran við til Manchester United. Men Jurrien Timber hevur nú valt at umboðað The Gunners, sum aftur í ár fara royna at kappast um tað enska meistaraheitið.

Arsenal hevur styrkt seg við Kai Havertz hettar summarið og ein avtala við Declan Rice sigst at verða nær. Granit Xhaka er farin til Bayer Leverkusen og tí kann vantast at Mikel Arteta hevur eyguni eftir einum miðvallara.