,

Atli Gregersen: Vit mugu vera klárir upp á eitthvørt

Skrivað

FM1

Dagfesting

– Tað hevur gingið illa hjá teimum í ár, so vit fara avgjørt eftir møguleikanum at spæla okkum víðari.

Tað sigur Atli Gregersen við okkara útsenda rapportara í Lettlandi, Trygva Absalonsen, nú Víkingaliðið styttir sær stundir á gistingarhúsinum við at spæla sjavs, áðrenn toppliðið í Føroyum og botnliðið í Lettlandi bresta saman seint seinnapartin.

Hóast liðformaðurin í Víkingi heldur, at tað hevur verið “ekstremt” heitt í Liepaja, sum liggur á vesturstrondini í Lettlandi, so hava fyrireikingarnar verið góðar hjá Víkingi til dystin móti FK Liepaja.

– Fyrireikingarnar hava verið góðar, bæði her og í Føroyum. Vit hava hugt eftir nøkrum videobrotum av lettiska liðnum, men vit kenna teir ikki nóg væl, og tí er tað torført at meta um liðið, nú so nógvir spælarar eru komnir til seinastu tíðina, sigur Víkingaliðformaðurin.

Dysturin millum FK Liepaja og Víkingur byrjar klokkan 16 seinnapartin, og FM1 sigur frá dystinum. Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður.

Hoyr samrøðu við Atla Gregersen her:

Víkingaspælarar hava spælt sjavs í dag á Promada Hotel, fyri at stytta sær stundir, áðrenn dystin seint seinnapartin (Mynd: Trygvi Absolensen)