Undan seinasta umfari, sum verður spælt kl. 14.00 leygardagin, er alt avgjørt í Betrideildini uttan seinsta niðurflytingarplássið. Víkingur er meistari. KÍ og HB hava spælt seg í Evropa, NSÍ er fyribils í Evropa og ÍF er flutt niður
Undan seinastu dystunum er B68 nummar níggju, sum merkir niðurflyting. Kravið til B68 er heilt einfalt, at teir skulu vinna móti NSÍ í grannadystinum, sum verður spældur í Runavík. Samstundist má Skála tapa í móti B36 í Havn.
Uttanmenn móti innanmonnum
Dysturin í Runavík hevur drúgva forsøgu. Fyri tað fyrsta eru liðini grannar, og mikið stríð var fyri mongum árum síðan, tá ið gamla Nes sóknar kommuna fór í tvíningar í 1967 og varð til Nes kommunu og Runavíkar kommunu. Tá komu eisini fram heitini innanmenn og uttanmenn um ávíkavist runavíkingar og nesfólk.
Fyri tveimum árum síðan var tað eisini B68, sum heilt óvæntað sendi NSÍ niður í 1. deild í seinsta umfari. Tað ynskja runavíkingar sjálvandi at hevna, so toftamenn fáa alt annað enn ein lættan dyst í seinsta dystinum við Jákupi á Borg sum venjara.
Men er tað nakað sum Jákup á Borg er kendur fyri at duga serliga væl, so er tað at seta síni lið upp til slíkar avgerandi dystir, so spenningurin er stórur.
Stór uppgáva hjá Skála
Hjá Skála er eisini talan um eina sera stóra uppgávu í Gundadali í morgin. B36 hevur spælt betri eftir summarsteðgin, og teir ætla sjálvandi at fáa eina sera góða upptakt til steypafinaluna, sum verður spæld næsta leygardag.
Víkingur tekur móti steypinum
Annars stóra søgan sjálvandi, at nýggju føroyameistararnir úr Víkingi taka móti steypinum í Gøtu í morgin, tá ið teir spæla móti 07 Vestri.
Eitt sera væl uppiborið meistaraheiti, sum Jóan Petur Poulsen hevur bygt upp síðan hann tók við í 2020.
Dystir leygardagin kl. 14.00
EB/Streymur HB
NSÍ – B68
ÍF – KÍ
B36 – Skála ÍF
Víkingur – 07 Vestur
Stigatalvan undan seinasta umfari