B68 yvirlivdi í bestu deildini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn: NSÍ – B68 1-4 (0-2)

Alabogin stóð á Eystnes, tá ið undirritaði fór inn í Eysturoyartunnilin Streymoyarmegin. Hetta kundi kanska verið tekin um ein góðan dag fyri B68, nú teir vóru í Runavík og spældu móti NSÍ í dysti um at yvirliva í bestu deildini..  

B68 mátti vinna móti NSÍ fyri at yvirliva í Betrideildini, og samstundis mátti úrslitið hjá Skála móti B36 í Havn laga seg til teirra fyrimuns.

Dystartøl á FaroeSoccer

B68 greiddi væl ov virðiliga sín setning og vann at enda heili 4-1, og tá ið Skála samstundis tapti 3-0 móti B36, var eingin ivi, at toftamenn aftur spæla fótbólt á hægsta føroyska stigi næsta ár.

Harvið fekk venjarin hjá B68, Jákup á Borg, sum hevði karantenu í dag, eina góða føðingardaggávu á 45 ára degnum og í sínum seinasta dysti sum venjari hjá B68.

Síggj filmsbrot frá stóru løtuni hjá toftafólki
Hoyr málini og samrøður við Tórð Thomsen, Aleksandur Ó. Jensen og Petur Knudsen

Effektivir toftamenn

Dysturin var undirhaldandi frá byrjan, og bæði liðini royndu at koma fram á vøllin. Tað var tó meira bit í álopunum hjá NSÍ, og bæði Steffan Løkin og Klæmint Olsen høvdu góðar møguleikar, men Tórður Thomsen í málinum hja toftamonnum bjargaði. 

B68 royndi seg mest við skjótum mótálopum, og tað var eitt av hesum, sum gav mál í 20 minutti. Fríði í Túni Petersen rak seg leysan í høgru síðu og legði bóltin flatt inn fyri málið, og eftir eitt sindur av ping pong, eydnaðist Johan Josephsen at prika bóltin inn um strikuna. 

Trupulleikin hjá B68 var, at tað framvegis var javnleikur í Havn millum B36 og Skála, og so leingi tað úrslitið stóð við, so var Skála verandi í Betrideildini og B68 fór niður. 

Løtu seinni sá uppaftur betri út hjá uttanmonnum av Toftum. Bartal Páll Klein bjóðaði av í vinstru síðu, rak seg leysan og úr spískum vinkli sendi hann bóltin umvegis Kristian Joensen inn um málstrikuna. Nú hevði B68 betri málmun enn Skála, og tað merkti, at nú var B68 verandi í deildini. 

B68 legði seg væl skiljandi longri aftur á vøllin, og NSÍ tók fullkomiliga yvir spælið. Tað gjørdist tó ongantíð til tað heilt stóra trýstið frá NSÍ, og teir komu ikki til nakran brúkiligan møguleika. B68 fór til hálvleiks verandi í Betrideildini. 

Lítið um NSÍ

Í seinna hálvleiki helt B68 væl skiljandi fram at verja, og so skjótt tað frættist úr Havn, at B36 var komið fram um, gjørdist støðan hjá toftamonnum upp aftur betri. Nú ráddi fyribils um at halda fast í leiðsluni.  

Men tað gjørdist upp aftur betri, tá ið B36 skoraði enn eitt mál í Havn, og nú bendi alt á, at hetta fór at gerast ein sera góður dagur hjá B68. 

NSÍ, sum var ógvuliga tannleyst, og í eini roynd at broyta hetta komu Búi Egilsson og Mourits Heini Mortensen á vøllin. Tað broyti tó einki, og heldur fekk B68 størri part av spælinum. Ein orsøk, var, at NSÍ fór at satsa upp á langar bóltar, men røsku toftamenninir stóðu í væl í móti, og NSÍ var merkiliga lítið vandamikið. 

Nú kom B36 fram 3-0 í Havn, og nú var púra greitt, at B68 bara skuldi bara halda fast í leiðsluni, so var Betrideildar fótbóltur tryggjaður aftur á Svangaskarði komandi ár. 

NSÍ gjørdi eitt sprell afturat, og toftamenn skulu vera glaðir fyri, at Fríði í Túni ikki fekk reytt kort, tá ið hann feldi púra leysa Petur Knusen, so var á veg at fáa ein sera góðan málmøguleika. Frísparkið fór framvið málinum.

Løtu seinni kom tó veruligur spenningur í, tá ið Búi Egilsson sendi bóltin málið og sjey minuttir vóru eftir. 

Tríggjar minuttir fyri tíð beindi Bartal Páll tó allan iva av vegnum, tá ið hann hegnisliga sendi bóltin í málið inni í brotsteiginum. Tað var eisini dagsins maður, Bartal Páll, sum gjørdi tað til 4-1 við brotssparki langt inni í yvirtíðini, og so kundi veitslan hjá toftafólki byrja.

Úrslitini í 27. umfari í Betrideildini

Allir dystirnir endaðu við trímáls sigri, og fýra dystir endaðu 4-1.

EB/Streymur  HB 1-4 (1-3)
NSÍ – B68 1-4 (0-2)
ÍF – KÍ 1-4 (0-1)
B36 – Skála ÍF 3-0 (0-0)
Víkingur – 07 Vestur 4-1 (0-0)