Ballon d’or heiðurslønir handaðar í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Øll fótbóltseygu eru vend móti París í kvøld, tá ið Ballon d’or heiðurslønin verður handað. Hetta er 68. ferð, at franska fótbóltstíðarritið France Football letur høgt virdu heiðurslønina til ársins besta leikara.

30 leikarar eru í uppskotið til ársins leikara, og stórur spenningur er um, hvør ferð avstað við heiðrinum, nú hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo fyri fyrstu ferð í 20 ár eru í uppskoti.

Stóri favoritturin undan handanini er brasilski leikarin í Real Madrid, Vinicius Junior. Eftir hann, meta serfrøðingarnir spaniumannin, Rodri, og eingilsmaðurin, Jude Bellingham hava góðan møguleika at vinna Ballon d’or.

Handanin fer fram í Theatre du Chatelet í París í kvøld klokkan 19.45 og verður stroymt beinleiðis á YouTube-rásini og heimasíðuni hjá L’Equipe.

Atkvøðugreiðslan er skipað soleiðis, at 100 fótbóltstíðindafólk frá 100 teimum fremstu londunum á FIFA-styrkislistanum velja 10 leikarar, og geva teimum 15, 12, 10, 8, 7, 5, 4, 3, 2 og 1 stig. Tá ið teir atkvøða, skulu teir hava í huga, hvussu leikararnir klára seg sum einstaklingar, hvussu teir klára seg í avgerandi løtum, hvussu liðini teir spæla á hava klárað seg, og hvussu góðan ítróttaanda teir vísa.

Av tí at Føroyar í verandi løtu er nummar 136 á FIFA-styrkislistanum, atkvøður einki føroyskt tíðindafólk hesaferð.

Hesir heiðar verða latnir í kvøld

Ballon d’Or – Besti maður
Ballon d’Or – Besta kvinna
Yashin Heiðurslønin – Besti málverji
Kopa Heiðurslønin – Besti maður yngri enn 21 ár
Gerd Müller Heiðurslønin – Besti áleypari
Socrates Heiðurslønin – latin einum leikara fyri vælgerandi arbeiði humanitarian work
Ársins lið við monnum
Ársins lið við kvinnum 
Besti venjari hjá monnum 
Besti venjari hjá kvinnum

Hesir 30 leikarar eru í uppskoti til Ballon d’or hjá monnum

Antonio Rudiger (Týskland og Real Madrid)
Kylian Mbappe (Frakland og Real Madrid)
William Saliba (Frakland og Arsenal)
Lautaro Martinez (Argentina og Internazionale Milano)
Alejandro Grimaldo (Spania og Leverkusen)
Dani Carvajal (Spania og Real Madrid)
Rodri (Spania og Manchester City)
Ademola Lookman (Nigeria og Atalanta)
Lamine Yamal (Spania og Barcelona)
Bukayo Saka (Ongland og Arsenal)
Hakan Calhanoglu (Turkalandi og Internazionale Milano)
Declan Rice (Ongland og Arsenal)
Harry Kane (Ongland og Bayern München)
Cole Palmer (Ongland og Chelsea)
Vitinha (Portugal og Paris Saint-Germain)
Vinicius Jr (Brasil og Real Madrid)
Martin Ødegaard (Noreg og Arsenal)
Dani Olmo (Spania og Barcelona)
Florian Wirtz (Týskland og Bayer Leverkusen)
Mats Hummels (Týskland og Roma)
Erling Haaland (Noreg og Manhester City)
Nico Williams (Spania og Athletic Bilbao)
Granit Xhaka (Sveis og Bayer Leverkusen)
Phil Foden (Ongland og Manchester City)
Artem Dovbyk (Ukraina og Roma)
Jude Bellingham (Ongland og Real Madrid)
Toni Kroos (Týskland og fyrrverandi Real Madrid)
Ruben Dias (Portugal og Manchester City)
Federico Valverde (Uruguai og Real Madrid)
Emiliano Martinez (Argentina og Aston Villa)

Ballon d’or vinnarar síðan 1966

1956Stanley MatthewsOnglandBlackpool
1957Alfredo Di StefanoArgentinaReal Madrid
1958Raymond KopaFraklandReal Madrid
1959Alfredo Di StefanoArgentinaReal Madrid
1960Luis SuarezSpaniaBarcelona
1961Omar SivoriItaliaJuventus
1962Josef MasopustKekkoslovakiaDukla Prague
1963Lev YashinSovjetsamveldiðDynamo Moscow
1964Denis LawSkotlandManchester United
1965EusebioPortugalBenfica
1966Bobby CharltonOnglandManchester United
1967Florian AlbertUngarnFerencvaros
1968George BestNorðurírlandManchester United
1969Gianni RiveraItaliaAC Milan
1970Gerd MüllerVesturtýsklandBayern München
1971Johan CruyffNiðurlondAjax
1972Franz BeckenbauerVesturtýsklandBayern München
1973Johan CruyffNiðurlondBarcelona
1974Johan CruyffNiðurlondBarcelona
1975Oleg BlokhinSovjetsamveldiðDynamo Kyiv
1976Franz BeckenbauerVesturtýsklandBayern München
1977Allan SimonsenDanmarkBorussia Mönchengladbach
1978Kevin KeeganOnglandHamburg
1979Kevin KeeganOnglandHamburg
1980Karl-Heinz RummeniggeVesturtýsklandBayern München
1981Karl-Heinz RummeniggeVesturtýsklandBayern München
1982Paolo RossiItaliaJuventus
1983Michel PlatiniFraklandJuventus
1984Michel PlatiniFraklandJuventus
1985Michel PlatiniFraklandJuventus
1986Igor BelanovSovjetsamveldiðDynamo Kyiv
1987Ruud GullitNiðurlondAC Milan
1988Marco van BastenNiðurlondAC Milan
1989Marco van BastenNiðurlondAC Milan
1990Lothar MatthausVesturtýsklandInternazionale
1991Jean-Pierre PapinFraklandMarseille
1992Marco van BastenNiðurlondAC Milan
1993Roberto BaggioItaliaJuventus
1994Hristo StoichkovBulgariaBarcelona
1995George WeahLiberiaMilan
1996Matthias SammerTýsklandBorussia Dortmund
1997RonaldoBrasilInternazionale
1998Zinedine ZidaneFraklandJuventus
1999RivaldoBrasilBarcelona
2000Luís FigoPortugalReal Madrid
2001Michael OwenOnglandLiverpool
2002RonaldoBrasilReal Madrid
2003Pavel NedvědKekkiaJuventus
2004Andriy ShevchenkoUkrainaAC Milan
2005RonaldinhoBrasilBarcelona
2006Fabio CannavaroItaliaReal Madrid
2007KakáBrasilMilan
2008Cristiano RonaldoPortugalManchester United
2009Lionel MessiArgentinaBarcelona
2010Lionel MessiArgentinaBarcelona
2011Lionel MessiArgentinaBarcelona
2012Lionel MessiArgentinaBarcelona
2013Cristiano RonaldoPortugalReal Madrid
2014Cristiano RonaldoPortugalReal Madrid
2015Lionel MessiArgentinaBarcelona
2016Cristiano RonaldoPortugalReal Madrid
2017Cristiano RonaldoPortugalReal Madrid
2018Luka ModrićKroatiaReal Madrid
2019Lionel MessiArgentinaBarcelona
2020Ikke handað
2021Lionel MessiArgentinaParis Saint-Germain
2022Karim BenzemaFraklandReal Madrid
2023Lionel MessiArgentinaInter Miami