Barbara: Kunningin skal fylgja sjúklinginum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Føroyska sjúkrahúsverkið hevur ikki atgongd til danskar sjúkrajournalir, og tað heldur Barbara Gaardlykke Apol, sum loysir Sjúrð Skaale av á Fólkatingi, er ein afturvendandi trupulleiki.

Hon vísir á, at føroyskir læknar kunnu eitt nú ikki seta seg inn í donsku viðgerðargongdina, áðrenn møguliga víðariviðgerð í Føroyum.

– Hetta kann hava við sær, at føroyskir sjúklingar sjálvir skulu bera víðari týdningarmiklar og torgreiddar upplýsingar, skrivar hon í tíðindaskrivi.

Tí havi hon sett donsku heilsumálaráðfrúnni, Sophie Løhde, spurning um málið.

– Eg spyrji, um hon er sinnað at arbeiða fyri einum betri samstarvi millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið, soleiðis at føroyska sjúkrahúsverkið fær atgongd til journalir hjá føroyskum sjúklingum eftir viðgerð í Danmark, skrivar Barbara Gaardlykke Apol í tíðindaskrivi.