– Tá mann so letur seg í búnar, er ikki ein vandi fyri at fólk fara at flenna eftir tær?, spyr verturin í sendingini, og Bass Elvis svarar: -Tað leggi eg einki í, mær dámar væl at síggja fólk smílast, tá eg upptraðki.
Flest fólk munnu í farna árið hava sæð rörandi og lívsjáttandi sendingina í KVF, Bass Elvis og Jesus á Mallorka, um Jóannes Joensen úr Leirvík, sum hevur skizofreni og brúkar tónleikin sum styrk og heilivág.
Jú, sanniliga gleða vit okkum at uppliva hin fólkakæra og festliga Bass Elvis á G! 2025.
Vanliga avdúka vit hvönn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Föroyskt vika, tí práta vit bert um föroysk növn og avdúka hvönn dag í vikuni enn eitt frálíkt föroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis og nógv onnur.
G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.