Jóannes Joensen ella Bass Elvis, sum hann eisini kallar seg, vann heiðurin Ársins útvarpshitt við sanginum Tú skal syngja tær ein sang. Tað er Kringvarp Føroya, sum velur ársins útvparshitt.
Verturin í morgunsendingini hjá Kringvarpinum, Jákup Dahl, bankaði upp á heima hjá Jóannesi Joensen í Leirvík og boðaði honum frá, at hann hevði vunnið.
Jóannes var sjálvandi ovurfegin og takkaði øllum, og so legði hann dent á, at foreldur eigi at stuðla áhugamálunum hjá børnum sínum, tí tað hevði serliga mamma hansara gjørt.
Jóannes Joensen ella Bass Elvis gjørdist landskendur, tá ið hann var við í sjónvarpssendingini, Bass Elvis og Jesus á Mallorka. Í sendingin greiddi hann frá sínum tónleiki og skizofrensjúkuni, sum hann livir við.
Verturin í sendingini spurdi hann, um tað ikki er vandi fyri at fólk fara at flenna eftir tær, tá ið tú letur teg í búnur, og Bass Elvis svarar:
– Tað leggi eg einki í, mær dámar væl at síggja fólk smílast, tá eg upptraðki.