,

Bellingham er seldur

Skrivað

FM1

Dagfesting

Ungi miðvallarin, ið longu hevur leikt 24 A-landsdystir fyri Ongland, var leingi settur í sambandi við Liverpool, men teir kláraðu ikki at kappast við Real Madrid um keypsupphæddina. Sambært Sky Sport kostar Jude Bellingham 770 milliónir krónur, men upphædding kann vaksa upp til eina milliard.

Camemiro bleiv seldur til Manchester United í fjør, Luka Modric og Toni Kroos nærkast endanum á síni fótbóltsleið. Hesir hava mannað miðjuna hjá Real Madrid í nógv ár. Tveir avloysarar eru longu keyptir í Tchouameni og Camavinga og nú Jude Bellingham.