Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen í grein 6 nevnd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrið hevur nú valt sínar tveir limir í grein 6 nevndina, sum hevur til uppgávu at greiða, um stjórnarskipanarliga støðan í Føroyum loyvir landinum at gerast sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Føroysku limirnir eru Bjørn Kunoy, professari í altjóða rætti, og Sjúrður Rasmussen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava undirskrivað eina felags áheitan til Hægstarætt um at formelt seta nevndina.

Danska stjórnin hevur eisini valt tvey umboð. Tey eru Vibeke Pasternak Jørgensen og Anders Sparholt Jørgensen

Hægstirættur hevur valt trý umboð. Hægstarættarforsetin Jens Peter Christensen er formaður í nevndini, og hægstarættardómararnar Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen eru eisini í nevndini.