Bogi Eliasen stjóri í Movement Health Foundation

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Havnarmaðurin, Bogi Eliasen, er settur sum stjóri í altjóða felagsskapinum Movement Health Foundation. Hetta boðar felagsskapurin frá á heimasíðu síni.

Movement Health er ein sveisiskur almannagagnligur felagsskapur, sum varð stovnaður sum ein rørsla í 2019 fyri at arbeiða fyri javnari atgongd til heilsurøkt við høgari góðsku um allan heim. Í 2023 gjørdist Movement Health til ein grunn Movement Health Foundation.

Bogi Eliasen er ein av stovnarunum av Movement Health Foundation og hevur sitið í nevndini síðan stovnanina í 2020 saman við stóru fyritøkunum Siemens, Microsoft og Roche. Hann er viðurkendur serfrøðingur í talgildari heilsumenning og heilsupolitikki.

Seinastu ellivu árini hevur hann verið heilsustjóri á Instituttet for Fremtidsforskning í Keypmannahavn. Har hevur hann millum annað staðið fyri Nordic Health 2030, eitt norðurlendskt samstarv um framtíðar heilsu.

Sum leiðari í Movement Health Foundation fer Bogi at arbeiða fyri at bøta um atgongdina til heilsurøkt við talgildum loysnum kring heimin. Felagsskapurin hevur serligan dent á hjarta- og krabbameinssjúkur í miðinntøkulondum.