Tann 12. august 1904 møttust nakrir lesandi í studentagarðinum Alfredo Gomes í Rio de Janeiro, har teir nýttu høvið til at stovna fótbóltsfelag nevnt Electro Club. Felagið hoyrdi til grannalagið hjá strondini í Botafogo og broytti seinni eisini navn til Botafogo. Felagið telist millum fremstu brasilsku fótbóltsfeløgini.
Hugskotið til nýggja felagið átti Flávio Ramos, sum legði hugskotið fram fyri floksfelaganum í bókstavarokning, Emmanuel Sodré. Teir báðir savnaðu nakrar vinmenn, harímillum gløðandi Juventus-fjepparan, Itamer Tavares, sum eggjaði felagnum til at spæla í svørtum og hvítum rípum fyri at líkjast Juventus. Okkurt um ein mánaða eftir stovnanina mælti abbin hjá Ramos til, at navnið varð broytt frá Electro til Botafogo.
Vinnarahugburðurin birtist beinanvegin í nýggja felagnum, sum vann fyrsta av 21 meistaraheitum í Rio de Janeiro, Campeonato Carioca, í 1907. Felagið vann fýra meistaraheitið á rað í Rio frá 1932 til 1935 umframt 1930 og var sostatt besta brasilska liðið í tíggjuáraskeiðnum. Í 1942 legði felagið saman við róðrarfelagnum Club de Regatas Botafogo og fekk núverandi samleikan Botafogo de Futebol e Regatas, sum merkir Botafogo Fótbólts- og Róðrarfelag. Felagið luttekur kortini í fleiri ítróttagreinum enn navnið bendir á. Í 1960-árunum hevði felagið aftur eitt glæsiligt tíðarskeið.
Framleiðslukervið frá ungdómsdeildini til besta liðið, og ikki minst landsliðið, er framúrskarandi. Úr rúgvuni kunnu vit nevna eitt nú Leônidas da Silva (1935-36), Nílton Santos (1948-64), Garrincha (1953-65), Didi (1956-59, 1960-62 og 1964-65), Mario Zagallo (1958-65) og Jairzinho (1958-74 og 1981-82). Felagið hevur vunnið brasilska meistaraheitið tvær ferðir (1968 og 1995) og liggur nú aftur til at vinna fyri 3. ferð.
Fjeppararnir kalla felagið “A Estrela Solitária” (Einsamalla stjørnan) ella “O Glorioso” (Tað stásiligasta) og felagið hevur nøkur av týdningarmiklastu metunum í brasilskum fótbólti: Størsti sigurin, sum nakrantíð er skrásettur, 24-0 ímóti S.C.Mangueira í 1909; Felagið var ósigrað í 42 dystum millum 1977 og 1978 í kappingini um brasilska meistaraheitið og 52 dystum íalt; Hægsta talið av leikarum, sum eru úttiknir til brasilsku HM-hóparnir, nevniliga 47 leikarar; Felagið endaði nr. 12 í einari atkvøðugreiðslu hjá haldarum av FIFA Magazine um FIFA CLUB OF THE CENTURY.
Í Føroyum hava vit eisini merkt ágóðan av Botafogo, tí Alexandre da Silva, sum spældi fyri 07 Vestur (FS Vágar) árini 2002-08 og hevur virkað sum venjari hjá vágamonnum, HB og ÍF, spældi 10 ár frá 1985 til 1995 sum ungdóms- og yrkisleikari við Botafogo.
