Brævið er frá løgregluni

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Fleiri borgarar hava í Mín Boks fingið eitt bræv, sum sær út til at vera frá politinum í Føroyum.

Tað er tað eisini.

Talan er um, at løgreglan, saman við danska løgrelumálaráðnum, ger eina nøgdsemiskanning.

Talan er altso ikki um eitt falskt bræv.

Løgreglan vil fegin hava at vita, hvussu fólk, sum hava verið offur fyri ávísum kriminellum handlingum, meta, at løgrelan hevur handfarið hesi mál.

-Tað hevði glett okkum um fólk geva sær stundir at svara hesum sppurningum, skrivar løgreglan, sum leggur afturat, atrat, at svar frá borgarunum hevur stóran týdning fyri arbeiðið hjhá løgregluni.