Brynhild og Sólfríð útbúnar sum kommunulæknar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Brynhild Hanusardóttir Reinert og Sólfríð Jacobsen eru nú lidnar sum serlæknar í almennum medisini. Tær vóru í gjár fagnaðar á móttøku á Landssjúkrahúsinum.

Tær hava tikið hálvtfimta ára útbúgving á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalum kring landið. Brynhild og Sólfríð hava arbeitt hjá ymiskum kommunulæknum í Streymoy, Eysturoy og Norðstreymoyar læknadømi, umframt á Eiði.

Útbúgvingin er skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Hon fevnir um kliniskar starvstíðir og skeið bæði í Føroyum og Danmark.

Í løtuni eru fjúrtan læknar undir útbúgving til kommunulækna. Eftir ætlan verða fimm nýggir serlæknar lidnir í 2025.