,

Byggja nýtt áskoðaraskýli á Svangaskarði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nes kommuna og byggivirkið KBH hava gjørt arbeiðstakarasáttmála um at byggja nýtt áskoðaraskýli á Svangaskarði. Tað skrivar Nes kommuna.

Skýlið verður sett báðumegin verandi bygning og fer at hava pláss fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum. Aftan fyri áskoðaraplássini verður eisini ein breiður plattur.

Nes kommuna tók av lægsta tilboðnum til verkætlanina, sum var frá KBH. Borgarstjórin Súni í Hjøllum undirskrivaði fyri kommununa, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði fyri KBH.

Miðjað verður eftir at fáa helmingin av skýlinum liðugt í summar og restina til heystar. Stálkonstruktiónina skal Sandavágs Timburhandil veita, meðan Teknistovan í Gøtu og Spenn hava staðið fyri projekteringini. Byggileiðsla og eftirlit verður eisini hjá Teknistovuni í Gøtu.

Borgarstjórin Súni í Hjøllum sigur, at hetta er ein stórur stuðul til staðbundna ítróttin. – Tað gleðir okkum at síggja fram til eitt nýtt, modernað umhvørvi fyri okkara áskoðarar, sigur hann.


Á myndini frá vinstru: Karl Johannesen frá KBH, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Helgi Johannesen frá KBH og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari í Nes kommunu