Býráðið samtykt at byggja røktarheim í Hoyvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykt í kvøld at fara undir at byggja nýggja røktarheimi í Stórubrekku í Hoyvík. Tað er í økinum beint aftan fyri Føroya Tele.

Nýggja røktarheimið skal hýsa bæði røktarheimi og røktaríbúðum.

Eitt týðandi punkt í tilgongdini hevur verið umhvørvisárinsmetingar og vernd av upprunalendinum. Býráðið hevur lagt stóran dent á at varðveita landslagið kring byggingina og tryggja, at upprunalendi verður varðveitt so væl sum til ber.

Við hesum í huga heldur kommunan at bygging á Stórubrekku fer fram á ein umhvørvisligan ábyrgdarfullan hátt.

Býráðið viðgjørdi og atkvøddi eisini um eitt broytingaruppskot um at gera fleiri umhvørvisárinsmetingar í økinum, áðrenn arbeiðið at byggja røktarheimið fer í gongd. Broytingaruppskotið fall við fimm atkvøðum fyri, sjey atkvøðum ímóti og einari blankari atkvøðu.

Til endaligu atkvøðugreiðsluna atkvøddu hesi fyri: Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála.

Ímóti atkvøddu Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen og Annfinn Brekkstein. Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen atkvøddu blankt.

Mynd: torshavn.fo