
Kl. 19.45 verður stórdystur við Djúpumýru í Klaksvík har føroyameistarirnir taka ímóti svensku meistarunum BK Häcken úr Gøteborg.
Frásøgumaður verður Trygvi Absalonsen og við hansara lið verður Jóan Pauli Jacobsen, sum viðmerkjari.
Næsta mikudag, 2. august, verður returdysturin í Gøteborg og tá fer Trygvi aftur at siga frá dystinum. FM1 verður við á ferðini.
Lurtið við á FM1 í dag – FM1 – títt Champions League radio