City knógvaði seg víðari í Champions League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

18 dystir, 64 mál, trý hattrick og stórur spenningur var á seinasta leikdegi í bólkaspælinum í Champions League.

Liverpool tapti við eykaliðnum 3-2 á útivølli móti PSV Eindhoven, men vann bólkin. Hóast tað, kunnu teir millum annað møta Paris Saint-Germain í áttandapartsfinalunum.

Átta tey bestu liðini fara beinleiðis í áttandapartsfinalurnar, meðan tey frá 9.- til 24. pláss skulu í avgerandi dystir, um hvørji átta lið fara víðari.

Lutakastið til avgerandi dystirnar verður fríggjadagin, og dystirnir verða spældir 11./12. og 18./19. februar.

Manchester City knógvaði seg akkurát víðari. Teir vóru á 25. plássi áðrenn dystirnar í gjár. Men hóast teir vóru aftanfyri 1-0, megnaðu teir at vinna 3-1 móti Club Brugge heima á Etihad og endaðu á 22. plássi. Tað merkir, at teir skulu møta Real Madrid ella Bayern München í avgerandi dystinum.

Barcelona spældi javnleik 2-2 móti Atalanta. Tað gjørdi, at Atalanta gleið úr topp-8. Aston Villa gjørdi gagn av hesum við einum 4-2 sigri á Celtic og einum hattricki frá Morgan Rogers. Lautaro Martinez skoraði eisini hattrick í 3-0 sigrinum hjá Inter móti Monaco, og tað sama gjørdi Ousmane Dembele hjá PSG í 4-1 sigrinum móti Stuttgart.


Úrslit í 8. umfari í Champions League bólkaspælinum

  • Aston Villa – Celtic 4-2
  • Barcelona – Atalanta 2-2
  • Bayern München – Slovan Bratislava 3-1
  • Brest – Real Madrid 0-3
  • Dinamo Zagreb – AC Milan 2-1
  • Dortmund – Shakhtar 3-1
  • Girona – Arsenal 1-2
  • Inter – Monaco 3-0
  • Juventus – Benfica 0-2
  • Leverkusen – Sparta Praha 2-0
  • Lille – Feyenoord 6-1
  • Manchester City – Club Brügge 3-1
  • PSV – Liverpool 3-2
  • Salzburg – Atlético Madrid 1-4
  • Sporting – Bologna 1-1
  • Sturm Graz – RB Leipzig 1-0
  • Stuttgart – PSG 1-4
  • Young Boys – Crvena Zvezda 0-1

Stigatalva Champions League 2024/25

DVJTM+M-MMStig
1Liverpool87011751221
2Barcelona861128131519
3Arsenal86111631319
4Inter86111111019
5Atlético Madrid86022012818
6Bayer Leverkusen8512157816
7Lille85121710716
8Aston Villa8512136716
9Atalanta84312061415
10Borussia Dortmund850322121015
11Real Madrid85032012815
12Bayern München85032012815
13AC Milan85031411315
14PSV Eindhoven84221612414
15Paris Saint-Germain8413149513
16Benfica84131612413
17AS Monaco84131313013
18Brest84131011-113
19Feyenoord84131821-313
20Juventus833297212
21Celtic83321314-112
22Manchester City83231814411
23Sporting CP83231312111
24Club Brugge8323711-411
25Dinamo Zagreb83231219-711
26VfB Stuttgart83141317-410
27Shakhtar Donetsk8215816-87
28Bologna813449-56
29Crvena Zvezda82061322-96
30SK Sturm Graz8206514-96
31Sparta Praha8116721-144
32RB Leipzig8107815-73
33Girona8107513-83
34RB Salzburg8107527-223
35Slovan Bratislava8008727-200
36Young Boys8008324-210