Heimasíðan hjá KÍ boðaði í gjárkvøldi frá, at felagið hevur slitið sáttmálan við danska leikaran hjá felagnum, Patrick da Silva.
Tað hendir eftir, at løgreglan boðaði KÍ frá, at Patrick da Silva er varðhaldsfongslaður í fýra vikur undir illgruna fyri at hava framt ymisk kynslig brotsverk. Sambært upplýsingum, sum KÍ higartil hevur fingið frá politinum, er talan um brotsverk framd í Danmark.
Tað var Frihedshedbrevet, sum kom fram við søguni í gjárkvøldið.
Patrick da Silva hevði eina líknandi forsøgu í Danmark, tá ið hann í 2021 skrivaði sáttmála við KÍ. Stórur ágangur var tá á KÍ fyri at gera sáttmála við ein leikara, sum var dømdur fyri kynsligan ágang. Men KÍ og táverandi venjarin Mikkjal Thomasen valdu at geva unga dananum ein nýggjan møguleika.
– Í sáttmálanum vóru ítøkiligar treytir settar honum, sum høvdu við sær, at livdi hann ikki upp til treytirnar, fór sáttmálin úr gildi alt fyri eitt, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
– Sum felag halda vit grundleggjandi, at fólk hava uppiborið ein kjans afturat, men í hesum føri er tað tíverri ein sannroynd, at vit hava gjørt eina skeiva meting.
Øll í KÍ eru kunnað um málið.
– Hetta er eitt serstakliga keðiligt mál. Ikki minst fyri felagið KÍ, staðfestir nevndin í KÍ.
– Felagið tekur hetta málið í størsta álvara, og eingin harmast meira um hetta enn vit, sigur nevndin í KÍ.
Patrick da Silva hevði sáttmála við KÍ árið út, men sáttmálin millum partarnar er uppsagdur sum beinleiðis avleiðing av hesum málinum.