EB/Streymur hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Boubacar Sidik Dabo, sum kom til EB/Streym seinasta kappingarár eftir tvey ár í B68.
EB/Streymur skrivar, at 27 ára gamli Dabo, sum er úr Senegal, var darvaður av skaða í fyrsta triðingi av farna kappingarári, men í seinni hálvu vísti hann veruliga sítt virði við at vera millum mest eyðsýndu leikarar í Betrideildini. Hann var ein týðandi leikari við síni høgu ferð, kraft og góðu bóltførleika.
Í farna kappingarári skoraði Dabo sjey mál og legði upp til seks mál. Í alt hevur hann, sambært FaroeSoccer, skotið 17 mál í 63 dystum í Betrideildini.
Jóhannes Hansen, formaður í EB/Streymi, sigur:
– Vit í EB/Streymi eru sera fegin um, at Dabo heldur fram hjá okkum. Dabo er veruliga ein favorittur millum áskoðararnar, og tað er væl skiljandi. Hann er ein leikari, ið er undirhaldandi at síggja á vøllinum. Vit vænta okkum nógv av Dabo komandi kappingarár, har hann skal vera við til at mynda okkara álopsspæl.
Í eini stuttari viðmerking sigur Dabo sjálvur:
– Eg eri spentur og til reiðar til komandi avbjóðingar. Koyr á EB/Streymur.