Hoyr frásøgumannin Rúna á Reynatrøð og viðmerkjararnar Ronnie Thomassen og Arnbjørn Svensson siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í U13 steypafinaluni hjá dreingjum á Tórsvølli, ið B36 vann 3-2 á Víkingi. Hoyr Arnbjørn og Ronnie taka samanum dystin. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við dagsins leikara, Rúnar Næs hjá B36, ið heldur, at tað var stuttligt at uppliva at vinna eina steypafinalu á Tórsvølli frammanfyri nógvum áskoðarum. Rúni prátaði eisini við ein av venjarunum hjá Víkingi, Jan á Líðarenda, ið staðfestir, at teir fingu eina tunga byrjan við at koma afturum 0-2, men hann er fegin um hugburðin hansara leikarar vístu við at stríða seg inn aftur í dystin.
Myndir: Rúni á Reynatrøð.

