Danmark og Frakland vunnu greitt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danmark vann 47-22 móti Algeria í sínum fyrsta dysti í HM-endaspælinum í manshondbólti. Mathias Gidsel skoraði tíggju mál, og málverjin Emil Nielsen stongdi málið.

Algeria byrjaði væl og fylgdi við eina løtu, men danir vístu seg skjótt sum trífaldir heimsmeistarar og olympiskir meistarar og øktu við fleiri málum.

Eftir eina laka byrjan tóku Rasmus Lauge og Emil Nielsen um endan, og í steðginum var Danmark framman fyri við átta málum. Í seinna hálvleiki hildu danir fram við góða álopsspælinum og sterkum verjuspæli, sum gjørdi tað trupult hjá algerska liðnum at fóta sær.

Danir vunnu stórsigur, 47-22, og vísti, at teir eru komnir til HM at verja heimsmeistaraheitið.

Í hinum dystinum í bólki B vann Italia 32-25 móti Tunesia.


Frakland byrjaði HM í hondbólti væl. Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið, og Les Bleus førdi longu 18-10 í hálvleikinum.

Í øðrum hálvleiki hildu evropameistararnir fram við at økja leiðsluna. Thibaud Briet gjørdist toppskjútti við sjey málum, og málmaður Desbonnet varð kosin dagsins leikari. Frakland vann uppiborið 37-19.

Í hinum dystinum í bólki C, vann Eysturríki 37 – 26 á Kuvait, eftir hálvleiksstøðuna 18-16.

Úrslit og hagtøl frá dagsins dystum

Kelda: Handball Planet

Danmark – Algeria 47-22 (20-11)

Danmark: Nielsen, Möller; Lauge 4, Saugstrup, Gidsel 10, Jörgensen 2, Hansen, Andersson 5, Kirkelökke, Bergholt 1, Hald 1, Landin 1, Arnoldsen 4, Pytlick 6, Madsen 5, Jakobsen 8

Algeria: Ghedbane, Zemouchi; Boulesha 1, Saker 1, Naim 2, Abrous 3, Bouadjadja 1, Chehri 1, Sadok, Bounab, Berkous 3, Daoud, Kaabeche, Abdi 6, Zennadi 3, Khermouche 1

Italia – Tunesia 32-25 (17-11)

Italia: Ebner, Calleluori; Bronzo, S. Mengon 4, Iballi, Bortoli 3, Prantner 10, Helmersson, Marrochi 2, Pirani 2, Romei, Parasini 4, Dapiran, Bulzamini 4, Angiolini, Savini 3

Tunesia: Ben Tekaya, Sfar; Ben Ghali 2, Hosni 2, Maaref 5, Rmiki, Ben Salah 2, Bacha, Jallouz, Frad 2, Ben Salem 1, Zariat, Toumi, Ben Abdallah 6, Margheli, Jbeli 5

Frakland – Katar 37-19 (18-10)

Frakland: Desbonnet, Bellahcene; Bos 2, Briet 7, Fabregas 3, Grebille, Karabatic 1, Konan 1, Kounkoud 2, Lagarde 2, Mem 4, Minne 5, Nahi 1, Remili 3, Richardson 3, Tournat 2

Katar: Alihodzic, Suljakovic; Murad 3, Altaieb Ali 1, Berrached, Capote 3, Heiba, Madadi 3, Markovic 3, Marzo 4, Memisevic 1, Denguir, Sami, Sinen, Tarek Abdalla, Zakkar

Eysturríki- Kuvait 37-26 (18-16)

Eysturríki: Möstl, Kaiper; Albek, Frimmel 5, Belos 3, Herburger 2, Zivkovic 5, Paulnsteiner, Damböck 5, Nigg 4, Mahr 4, Kofler, Hutecek 2, Lastro 2, Miskovez

Kuvait: Buyabes, Al-Thafiri; Aldawani 4, Alharbi 2, Alhendal 4, Ali 2, Alkhamees 1, Alsanea, Abdula. Alshammari 2, Abdulr. Alshammari, Dashti 3, Ghadanfar, Jaafar 1, Mubarak 1, Radhei 4, Salmeen 2