Danmark og Niðurlond spæla um at fylgja Noregi í hálvfinalurnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld vóru tríggir dystir í millumbólki 2 í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, og júst sum væntað tryggjaði Noreg sær pláss í hálvfinaluni við einum sigri á 32-27 móti Týsklandi.

Noregi legði eitt øgiligt trýst á frá byrjan, og týska verjan kláraði als ikki at standa í móti. Í hálvleikinum førdi Noreg 19-13, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur. Noregi helt frástøðuna langt inn í seinna hálvleik, men nakrar minuttir fyri tíð kom Týskland niður á trý máls mun. Noreg hevði tó fult tamarhald og vann 32-27.


Danmark og Niðurlond kappast um seinna plássið í hálvfinalunum, og tey spæla avgerandi dyst móti hvør øðrum mikudagin kl. 17.00. Fyri Danmark er nóg mikið at spæla javnt móti Niðurlondum fyri at spæla seg í hálvfinaluna, sum verður móti Ungarn.

Í dag gjørdu Niðurlond fyrst sítt, tá ið tær vunnu lættliga 37-29 móti Sveis, sum fyrr í kappingina akkurát vann móti Føroyum.

Danmark mátti arbeiða eitt sindur meira fyri sigrinum móti Slovenia, sum striddist óvæntað væl allan fyrra hálvleik, og í steðginum var støðan 17-15 til Danmark.

Í seinna hálvleik sást tó, at munur er á londunum. Slovenia fylgdi við til 19-19, men so fór Danmark frá. Kendi málverjin hjá Danmark, Sandra Toft, sum júst er komin í hópin, eftir at hon í fyrsta umfari ikki slapp við, stóð væl, og Danmark vann dystin 33-26.


Úrslit sunnudagin í millumbólki 2:

Sveis – Niðurlond 29-37 (17-24)
Noreg – Týskland 32-27 (19-13)
Danmark – Slovenia 33-26 (17-15)



Stigatalva EM-millumbólkur 2

DVJTMálStig
1Noreg4400123 – 988
2Danmark4301122 – 1056
3Niðurlond4301113 – 1046
4Slovenia4103108 – 1172
5Týskland4103107 – 1182
6Sveis4004111 – 1420

Mynd: EHF