Endaspælið um heimsmeistaraheitið í manshondbólti byrjar í dag í Danmark, Noregi og Kroatia.
Føroyar taptu samanlagt playoff-dystirnar móti Norðurmakedonia og komu tí ikki við í HM-endaspælið. Tí verður størsti føroyski áhugin uttan iva fyri norðurlendsku grannalondunum, Íslandi, Danmark, Svøríki og Noregi.
Danmark, sum er verandi heimsmeistari og olympiskur meistari, er stórfavorittur at vinna kappingina, við evropameistarunum úr Fraklandi sum besta boðnum upp á ein avbjóðara.
Bæði Danmark og Frakland skulu fyri fyrstu ferð í mong ár spæla uttan sín stóra stjørnuleikara, Danmark uttan Mikkel Hansen og Frakland uttan Nikola Karabatic.
Noregi og Svøríki verða metta at hava ein lítlan møguleika at møguleika at bjóða Danmark og Fraklandi av.
Fyrsti dysturin í HM-endaspælinum er í dag klokkan 16.30, tá ið Italia og Tunesia spæla. Frakland og Katar spæla eisini seinnapartin. Danmark skal sum fyrsta Norðurlandi spæla klokkan 19.30 í kvøld móti Alegeria. Eisini spæla Eysturríki og Sveis í kvøld.
Dystarskrá í bólkaspælinum – HM í manshondbólti 2025
Týsdagur, 14. januar
- HM bólkur B: Italia – Tunesia kl. 16:30
- HM bólkur C: Frakland – Katar kl. 17:00
- HM bólkur B: Danmark – Algeria kl. 19:30
- HM bólkur C: Eysturríki – Kuvait kl. 19:30
Mikudagur, 15. januar
- HM bólkur H: Egyptaland – Argentina kl. 17:00
- HM bólkur A: Kekkia – Sveis kl. 17:00
- HM bólkur D: Niðurlond – Guinea kl. 17:00
- HM bólkur E: Portugal – USA kl. 17:00
- HM bólkur D: Ungarn – Norðurmakedonia kl. 19:30
- HM bólkur E: Noreg – Brasil kl. 19:30
- HM bólkur A: Týskland – Pólland kl. 19:30
- HM bólkur H: Kroatia – Barain kl. 19:30
Hósdagur, 16. januar
- HM bólkur C: Kuvait – Frakland kl. 17:00
- HM bólkur B: Italia – Algeria kl. 17:00
- HM bólkur F: Spania – Kili kl. 17:00
- HM bólkur G: Slovenia – Kuba kl. 17:00
- HM bólkur C: Eysturríki – Katar kl. 19:30
- HM bólkur F: Svøríki – Japan kl. 19:30
- HM bólkur G: Ísland – Kapo Verdi kl. 19:30
- HM bólkur B: Tunesia – Danmark kl. 19:30
Fríggjadagur, 17. januar
- HM bólkur D: Niðurlond – Norðurmakedonia kl. 17:00
- HM bólkur E: Portugal – Brasil kl. 17:00
- HM bólkur H: Barain – Egyptaland kl. 17:00
- HM bólkur A: Kekkia – Pólland kl. 17:00
- HM bólkur D: Guinea – Ungarn kl. 19:30
- HM bólkur E: USA – Noreg kl. 19:30
- HM bólkur A: Sveis – Týskland kl. 19:30
- HM bólkur H: Kroatia – Argentina kl. 19:30
Leygardagur, 18. januar
- HM bólkur C: Frakland – Eysturríki kl. 17:00
- HM bólkur F: Spania – Japan kl. 17:00
- HM bólkur G: Kapo Verdi – Slovenia kl. 17:00
- HM bólkur B: Algeria – Tunesia kl. 17:00
- HM bólkur C: Katar – Kuvait kl. 19:30
- HM bólkur F: Kili – Svøríki kl. 19:30
- HM bólkur G: Ísland – Kuba kl. 19:30
- HM bólkur B: Danmark – Italia kl. 19:30
Sunnudagur, 19. januar
- HM bólkur A: Pólland – Sveis kl. 14:30
- HM bólkur D: Norðurmakedonia – Guinea kl. 17:00
- HM bólkur E: Brasil – USA kl. 17:00
- HM bólkur H: Argentina – Barain kl. 17:00
- HM bólkur A: Týskland – Kekkia kl. 17:00
- HM bólkur E: Noreg – Portugal kl. 19:30
- HM bólkur D: Ungarn – Niðurlond kl. 19:30
- HM bólkur H: Egyptaland – Kroatia kl. 19:30
Mánadagur, 20. januar
- HM bólkur F: Japan – Kili kl. 17:00
- HM bólkur G: Kuba – Kapo Verdi kl. 17:00
- HM bólkur F: Svøríki – Spania kl. 19:30
- HM bólkur G: Slovenia – Ísland kl. 19:30