
Í dag verða seinastu dystirnir í millumbólki 2 spældir í EM-endaspælinum fyri kvinnur í hondbólti. Noreg, sum longu hevur vunnið bólkin, spælir í kvøld móti Sveis, og Týskland spurdi fyrr í dag Slovenia av við 36-16. Hvørgin av hesum dystum hevur nakran týding fyri, hvør kemur víðari.
Avgerandi dysturin um annað plássið og seinna hálvfinaluplássið í bólkinum millum Danmark og Niðurlond er akkurát av. Niðurlond skoraðu fyrsta málið í dystinum, men eftir tað kom Danmark skjótt fram um, og helt seg framman fyri restina av fyrra hálvleiki, og í steðgin var 15-13 til Danmark.
Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og Danmark fór stútt og støðugt frá Niðurlondum. Í málinum bjargaði nýggja stjørnuskotið í málinum, Anna Opstrup Kristensen ferð eftir ferð, og í hindum endanum stórspældi Helena Elver við sínum kviku fintum.
Endin var, at Danmark vann 29-25, og skal spæla móti Fraklandi í hálvfinaluni. í hinari hálvfinaluni skal Noreg spæla móti vertslandinum Ungarn.
Dagsins úrslit í millumbólki 2:
Slovenia – Týskland 16-35 (11-17)
Danmark – Niðurlond 30-26 (15-13)
Kl. 19.30 í kvøld: Sveis – Noregi
EM 24- Stigatalva millumbólkur 2
D | V | J | T | Mál | Stig | |
1. Noreg | 4 | 4 | 0 | 0 | 123 – 98 | 8 |
2. Danmark | 5 | 4 | 0 | 1 | 152 – 131 | 8 |
3. Niðurlond | 5 | 3 | 0 | 2 | 139 – 134 | 6 |
4. Týskland | 5 | 2 | 0 | 3 | 142 – 134 | 4 |
5. Slovenia | 5 | 1 | 0 | 4 | 124 – 152 | 2 |
6. Sveis | 4 | 0 | 0 | 4 | 111 – 142 | 0 |
