Hann var upprunaligi sangarin í rokkfyribrigdinum AC/DC, og dugur sum fáur at syngja góðan, gamlan rokk. Dave Evans hevur síðan 1973 ferðast pall av palli, og hevur framført feitan rokktónleik. Gleð teg til ein torusmell av einari konsert á Tórsfest.
Tíðindaskriv
Dave Evans er avstraliumaður, og var ein av upprunaligu limunum í AC/DC. Hansara sangstílur varð íblástur frá glamm rokk perioduni í 70´árunum, og hansara sangháttur matchaði ikki so væl við image´ið, AC/DC fór eftir miðskeiðis í 70unum, tá bólkurin vildi spæla ein skitnari rokkstíl.
Tí fór Dave úr bólkinum, og fór at syngja við bólkum sum Rabbit og Thunder Down Under. Eisini hevur hann givið út tvær solo plátur.
Hóast hann ikki hevur spælt við AC/DC í mong ár, so er knýtið til bólkin enn sterkt, og hann framførir ofta løg hjá bólkinum, so tú skalt nokk fyrireika teg at skríggja við til onkrar AC/DC klassikarar.
Rokkurin trívist á Tórsfest
Tórsfest leggur seg eftir, at hava eina fjølbroytta skrá, sum hevur mangt til tey heilt ungu, mangt til tey ið dáma popp, og mangt til teirra, sum elska rokk. Og við Dave Evans er enn eitt klassa rokknavn komið á plakatina.
Alt bendir á, at Tórsfest verður útselt í ár, tí atgongumerkjasølan hevur gingið við fúkandi ferð. So ger skjótt av, og statt ikki eftir á Vaglinum, tá vit savnast íVágsbotni 25. juli. Fammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Kristina Bærendsen og mong onnur verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.
Keyp atgongumerki sum allarskjótast, tí tey ganga skjótt undan. Atgongumerki fáast fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld á ebillett.fo, effo gundadali og føroya tele kring landið.
Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.