Djordjevic til B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Filip Djordjevic hevur undirskrivað sáttmála við B36 og fer at spæla fyri felagið í 2025. Filip Djordjevic, sum verður 31 ár í mars, hevur drúgvar royndir í bestu deildini og hevur spælt fyri KÍ, Víking, ÍF, TB og EB/Streym. Hann hevur spælt fleiri enn 400 dystir í bestu deildini.

Filip Djordjevic er spentur upp á nýggju avbjóðingina og sigur, at hann fer við fullari orku at geva sítt íkast til B36.

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, gleðist um at hava fingið ein spælara við spennandi álopsførleikum. Teir báðir hava arbeitt saman áður í EB/Streymi í 2022, og Filip Djordjevic dylur ikki fyri, at hann treivst væl undir Jákup Martin Joensen.

Filip Djordjevic er fimti spælarin, sum hevur flutt til B36 í vetur Hinir eru Heini Vatnsdal, Ragnar Samuelsen, Jóhann H. Joensen og Bergur Poulsen.