Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini vóru spældir leygardagin.
VÍF – StÍF 31-27 (17-7)
Í Vestmanna gjørdi VÍF sítt fyri at halda fast í øðrum plássinum, sum gevur beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar.
VÍF vann 31-17 móti StÍF og hevði tamarhald á støðuni gjøgnum allan dystin. VÍF førdi 17-7 í hálvleikinum, og munurin helt sær fram til seinastu minuttirnar, tá ið StÍF minkaði munin niður til 31-27.
Fyri VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 8 mál, og Josefine Dyring skoraði 11 ferðir fyri StÍF.
Stjørnan – Neistin 29-34 (13-16)
Neistakvinnur vunnu, sum væntað, móti Stjørnuni í Klaksvík. Tær komu fram um beinanvegin, og vóru framman fyri allan dystin.
Í hálvleikinum var 13-16 til Neistan, og dysturin endaði 29-34 til Neistan.
Fyri Stjørnuna skoraði Mina Sirdal Henriksen 9 mál, og Bjørk F. Joensen skoraði 11 mál fyri Neistan.
EB – VB 32-19 (16-9)
EB vann greitt 32-19 móti VB og fór við sigrinum upp á sætta pláss, eitt stig fram um Stjørnuna.
EB førdi allan dystin. Í hálvleikinum var støðan 16-9, og dysturin endaði 32-19.
Silja Geirsdóttir Wardum skorði 9 mál fyri EB, og Carmen Luiza Silva skoraði 6 mál fyri VB.
Kyndilskvinnur hava tryggjað sær fyrsta plássið í grundspælinum. VÍF og H71 kappast um annað plássið, og tað stríðið kann væl verða avgjørt í innanhýsis dysti teirra millum í Vestmanna 23. mars.
Neistin er einsamalt á fjórða plássinum, og StÍF sær eisini út til at fara at halda fast í fimta plássinum.
Sætta og seinasta plássið, sum gevur atgongd til FM-spælið, kappast EB og Stjørnan um, og tað kann væl hugsast, at dysturin teirra millum í Klaksvík 25. mars verður avgerandi fyri, hvørt av liðunum kemur víðari. VB er aftast, og sær í løtuni ikki út til at hava møguleika at koma víðari til FM-spælið.
Stigatalvan í SMS-deildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 18 | 638 | 400 | 238 | 36 |
VÍF | 19 | 607 | 440 | 167 | 31 |
H71 | 18 | 605 | 485 | 120 | 27 |
Neistin | 18 | 483 | 456 | 27 | 21 |
StÍF | 16 | 363 | 454 | -91 | 10 |
EB | 19 | 470 | 623 | -153 | 7 |
Stjørnan | 17 | 435 | 549 | -114 | 6 |
VB | 17 | 378 | 572 | -194 | 4 |
Deild: SMS kvinnur
VÍF – StÍF 31 – 27 (17 – 7)
VÍF:
- Fríða Nolsøe Olsen 8
- Bjørg á Líknargøtu 5
- Mille Dahl 4
- Ingibjørg Olsen 3
- Agnas Funn 2 (1)
- Rannvá Olsen 2
- Durita Christophersen Jojic 2
- Lise Marie Nesse Evensen 2
- Rakul Borgarlíð Joensen 2
- Anita Muratovic 1
- Ida Mai Nielsen
- Gunnvá Bárðardóttir Nielsen
- Julianna í Gerðinum Olsen
- Bjørk Vilhelmsen Dalsgarð
- Liljan Muller
Útvísingar:
- Rannvá Olsen: 1
- Rakul Borgarlíð Joensen: 1
- Mille Dahl: 1
StÍF:
- Josefne Dyring 11
- Emmy Ingibjørg Kass 5
- Poula Dulavík Berg 4
- Eyðbjørg Kallsberg 2
- Maria Mrdalo 2
- Arnfríð Jacobsen 1
- Lisa T. Venned 1
- Malene Madsen 1
- Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen
- Birita M. Absalonsen
- Sarah Berthou
- Bára Nesá
- Momoko Debes
Útvísingar:
- Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen: 1
- Eyðbjørg Kallsberg: 1
Dómarar: Jón Simonsen og Dánial Hansen
Stjørnan – Neistin 29 – 34 (13 – 16)
Stjørnan:
- Mina Sirdal Henriksen 9
- Tóra Eliasen 6
- Jancy Jógvansdóttir Poulsen 4
- Ella Lionsdóttir Samson 2
- Paula Á Lakujni 2
- Iuliia Nalivko 2
- Joan Sørensen 2
- Hanna Brandal 1
- Julia Jónleifsdóttir Lydersen 1
- Bergit Svarvadal
- Mai Olivia Høgnadóttir
- Thea Angelika Nihlen
- Osla Egilsdóttir Berg
Útvísingar:
- Bergit Svarvadal: 1
- Osla Egilsdóttir Berg: 1
Neistin:
- Bjørk F. Joensen 11
- Bára Eliasen 5
- Ró Reginsdóttir 4
- Silja Heðinsdóttir 3
- Helena D. Magnussardóttir 3
- Birna Eyðunardóttir 2
- Tóra L. Mortansdóttir 2
- Anna S. Mikkelsen 1
- Hervør Niclasen 1
- Marjun Danberg 1
- Miriam Bethuelsdóttir 1
- Eir Martinsdóttir
- Ai Waagstein
- Lív Rouch
- Yui Shibuya
Útvísingar:
- Silja Heðinsdóttir: 1
- Marjun Danberg: 1
- Anna S. Mikkelsen: 1
- Helena D. Magnussardóttir: 1
Dómarar: Heri Petersen og Jóhan Lind Poulsen
EB – VB 32 – 19 (16 – 9)
EB:
- Silja Geirsdóttir Eystberg 9
- Sigrid Eidesgaard 6
- Sarita Petersen 5
- Sólveig Dahl 4
- Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk 4
- Olivia Kruse 2
- Oda Weihe 1
- Kirstin Hummeland 1
- Nina Vuksanovic
- Silrið Mørkøre Kruse
- Sára Rúnadóttir
- Rún T. Andreasen
Útvísingar:
- Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk: 2
- Sigrid Eidesgaard: 1
- Olivia Kruse: 1
- Oda Weihe: 1
VB:
- Carmen Luiza Silva 6
- Agatha Kjærbæk Djurhuus 4
- Elsebeth Kjærbo Vinther 2
- Leona Kjærbæk Djurhuus 2 (1)
- Krista Mohr Leo 2
- Krista Ludvig 1
- Angela Sigga Birgisdóttir 1
- Rebekka Holm 1
- Bára Krosslá Mortensen
- Gaia Ben Zikri
- Birgit Thomsen
Útvísingar:
- Angela Sigga Birgisdóttir: 2
- Rebekka Holm: 1
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus