, ,

Edwin van der Sar er innlagdur á sjúkrahúsið

Skrivað

FM1

Dagfesting

Sambært tíðindarskrivið hjá hollenska stórfelagnum Ajax Amsterdam, hevur fyrrverandi málverjin Edwin van der Sar fingið heilabløðing og er tí innlagdur á sjúkrahúsið.

Hann er í støðugum standi, men er enn í vøkudeildini.

Tann 52 ára gamli Edwin van der Sar var stjóri í Ajax Amsterdam frá 2016 til 30. mai 2023. Hann er eisini kendur sum málverji hjá stórfeløgum sum Manchester United, Juventus og Ajax.