, ,

Ein sera góður handil

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 8. juli 1991 skrivaði sekstan ára gamli David Beckham undir fyrsta sáttmálan við Manchester United og spældi við U18-liðnum sum ein av “ungunum hjá Fergie.”

Hann skrivaði undir sum skúladrongur á 14 ára føðingardegnum, so hann hevði longu verið knýttur at felagnum í meira enn tvey ár, men sáttmálin frá 1991 formfesti, at hann kundi luttaka í ungdómsvenjingini, sum var skipað sum eitt slag av lærlingasáttmála, sum skuldi veita eftir-útbúgvingarmøguleikar fyri 16 og 17 ára gamlar.

Hóast hann spældi við U18-liðnum fyrsta kappingarárið, so vann hann kortini eitt steyp, tá liðið vann FA Cup Youth í 1992. Millum liðfelagarnar á vinnandi liðnum vóru Ryan Giggs og Gary Neville. Tann bólkurin gjørdist kjarnan, tá Alex Ferguson royndi at styrkja liðið við leikarum, sum fjølmiðlarnir kallaðu “nýfloygdu ungarnir hjá Fergie” í einari roynd at samanbera við “Busby Babes” hjá Matt Busby.

Beckham vann sær pláss í bestaliðshópinum kappingarárið 1992-93, men spældi bara ein dyst næstu tvey árini, áðrenn hann varð útlæntur til Preston North End. Hann kom aftur í 1995 og vann sær fast pláss í byrjanaruppstillingini, har hann spældi 394 dystir, áðrenn hann skifti til Real Madrid í 2003 fyri methøgu upphæddina á £25 milliónir, sum tá var hægsta søluupphædd hjá felagnum. Áðrenn hann fór, hevði hann vunnið seks Premier League steyp, tvey FA Cup steyp og eitt Champions League steyp.