Norsku hondbóltskvinnurnar halda fram at vinna við nýggja liðnum, uttan Noru Mørk og Stine Oftedal.
Móti Niðurlondum høvdu tær óvæntað lítlar trupuleikar og bukaðu Niðurlond av. Einu løtuna í seinna hálvleiki vóru trettan mál á muni, men Niðurlond hálaðu nakað inn móti endanum, og úrslitið gjørdist 31-21 til Noreg.
Hitt Norðurlandi í millumbólki 2, Danmark, brúkti 40 minuttir, áðrenn tær fóru frá Týsklandi. Støðan í hálvleikinum var 15-13 til Danmark, men einaferð tíðliga í seinna hálvleiki førdi Týskland 18-17. So setti Danmark ferðina upp, og vann dystin so greitt sum 30-22.
Úrslitini í millumbólki 1
Niðurlond – Noreg 21-31
Danmark – Týskland 30-22
Sveis – Slovenia 25-34
Noreg sær út til at hava beina kós í hálvfinalurnar, meðan Danmark og Niðurlond síggja út til at fara at kappast um hitt plássið.
Stigatalva millumbólkur 2
D | V | J | T | Mál | Stig | |
1. Noreg | 3 | 3 | 0 | 0 | 91 – 71 | 6 |
2. Danmark | 3 | 2 | 0 | 1 | 89 – 79 | 4 |
3. Niðurlond | 3 | 2 | 0 | 1 | 76 – 75 | 4 |
4. Slovenia | 3 | 1 | 0 | 2 | 82 – 84 | 2 |
5. Týskland | 3 | 1 | 0 | 2 | 80 – 86 | 2 |
6. Sveis | 3 | 0 | 0 | 3 | 82 – 105 | 0 |