Eingin vegur aftur hjá Dennis

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað tykist greitt, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, má leggja frá sær ella verður hann loystur úr starvið. Hendir hvørki av hesum, er lítið at ivast í, at misálit verður reist móti Dennis Holm á tingi.

Landsstýrismálanevndin sigur, at Dennis Holm ikki hevði neyðuga lógarheimild at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, kærdi Dennis Holm til landsstýrismálanevndina í mai 2024, og niðurstøðan er, at landsstýrismaðurin ikki hevur handlað í tráð við lógina.

Dennis Holm sigur seg hava fylgt ráðgevingini frá Fiskimálaráðnum og heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt.

Politiskir viðmerkjarar tykjast tó samdir í, at niðurstøðan hjá Landsstýrismálnevnini vigar so nógv, at dagarnar hjá Dennis Holm sum landsstýrismaður í hesum umfarinum eru taldir.

Í sendingini Stjórnin- politikkur á skák á FM1, vóru fyrrverandi tingmenninir, Jóannes Ejdesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen eisini rímiliga samdir um, at antin leggur Dennis Holm frá sær, ella loysir løgmaður Aksel V. Johannesen, hann úr starvið.

Um tað ikki hendir, so væntaðu teir, at misálit verður reist á tingi, og tað verður so ein møguleiki hjá Javnaðarflokkinum at hevna, tað, at tjóðveldisfólkini, Erling Ejdesgaard og Liljan Weihe, ætlaði at atkvøða fyri misáliti á Ingilín Strøm, nakað sum noyddi hana sjálva at leggja frá sær.

Politisku viðmerkararnir Árni Gregersen, Beinta Løwe og Eirkur Lindenskov eru eisini samd um, at tað er eingin vegur aftur hjá Dennis Holm, og at tað bara er spurningurin um tíð, so er hann fyrrverandi landsstýrismaður.

Helst verður framtíðin hjá Dennis Holm agreidd, áðrenn næsta tingfund, soleiðis at eitt misálitisuppskot ikki verður lagt fram móti honum.