2024 var eitt av teimum bestu tónleikaútgávuárunum í nógv ár, og hetta sæst aftur í tilnevningunum til FMA-heiðurslønirnar 2025. Í dag vórðu tey tilnevndu kunngjørd á einum tíðindafundi í Norðurlandahúsinum.
Handanin verður í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 21. mars, tá ið tíggju heiðurslønir verða latnar okkara fremstu tónleikarum.
Kvinnurnar ganga á odda í ár, og ikki óvæntað hevur Eivør fingið flest tilnevningar. Hon er í uppskoti til fýra heiðurslønir: Ársins útgáva við plátuni Enn, Ársins sang við Hugsi bert um teg, Ársins tónaskald og Ársins myndlistarliga samleika.
Beint eftir Eivør er Lena Anderssen við trimum tilnevningum. Hennara pláta State of the Land er tilnevnd sum Ársins útgáva, og sangurin Dugir tú at tosa føroyskt er í uppskoti til Ársins sang. Lena er eisini tilnevnd sum Ársins tónaskald.
Lea Kampmann er eisini millum tey tilnevndu, við plátuni Seinferð sum Ársins útgáva, og tekstinum til Nú ert tú moldin, sum hon hevur skrivað saman við Teiti Lassen, til Ársins tekst.
Tey tilnevndu eru:
Ársins útgáva:
- Brimheim – “Ratking”
- Eivør – “Enn”
- Lena Anderssen – “State of the Land”
- Hamferð – “Men Guðs Hond Er Sterk”
- Lea Kampmann – “Seinferð”
Ársins ser-útgáva:
- Tjant – “Ógreiða”
- GØ – “Ævir, amen”
- Flytifólk – “Flytifólk”
- Sunleif L. Rasmussen – “Regin Smiður”
- Jósef Zachariassen – “Fugloy”
Ársins sangur:
- “Romeo” – Beinir
- “Dugir tú at tosa føroyskt” – Lena Anderssen
- “Hugsi bert um teg” – Eivør
- “Tosa við meg” – Ókendir
- “Setandi sól” – Heidrik og Guðrið Hansdóttir
Ársins tónaskald (skapa):
- Helena Heinesen Rebensdorff
- Eivør Pálsdóttir
- Sunleif Rasmussen
- Lena Anderssen
- Pauli Í Sandagerði
Ársins spíri:
- gówa
- Ókendir
- hettarher
- Jólasoul
- Simona Paula
Ársins tónleikari (framføra):
- Harald Fonsdal Johannesen
- Ari Johannesen
- Jón Festirstein
- Rógvi á Rógvi
- Kristian Pauli Ellefsen
Ársins tekstur:
- “Mánadrongur” – Trygvi Danielsen
- “Nú ert tú moldin” – Lea Kampmann og Teitur Lassen
- “Lívsandin” – Marjun Syderbø Kjelnæs
- “Tekin uppá lív” – Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen, Eyðfinn Bogason Lamhauge)
- “Nætur níggju” – Hamradun (Pól Arni Holm)
Tilnevnd til Ársins myndlistarliga samleika eru:
Aggrasoppar: Aggrasoppar er ein av mest visuellu og skapandi tónleikabólkunum í Føroyum. Teir gjørdu veruliga um seg við plátuni “døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG” og eina serstaka útgávukonsert, har áskoðarar vórðu koyrdir runt í býnum til ymisk konsertstøð.
Joe & The Shitboys: Punkbólkurin Joe & The Shitboys hevur gjøgnumført sín visuella stíl við plátuni “The Reson for Hardcore Vibes III”. Í videolagnum “Mr. Nobody” vísir bólkurin sín tilvitaða visuella úttrykk, har hvør detalja er væl umhugsað.
Hamferð: Hamferð leggur stóran dent á tað visuella saman við tónleikinum. Nýggju, sniðgevnu pallbúningarnir frá Maibritt Marjunardóttir og listprýdda plátuhúsið frá Nick Morte styrkja teirra myrka og álvarsama samleika.
Silvurdrongur: Silvurdrongur hevur skapt eina gjøgnumførda visuala uppliving við sínum einastandandi plátuhúsi og serstøku klæðum á pallinum. Við avbleiktum hári og kvinnuklæðum hevur hann verið ein av mest visuellu tónlistafólkunum í fjør.
Eivør: Eivør heldur áfram við sínum tette samstarvi við klædnasniðgevar, sum gera hennara serstøku pallbúnar. Saman við ljóssniðgevanum Egil Barclay Høgenni hevur hon skapt eitt visuelt univers, sum styrkir hennara listarliga úttrykk.