Falskar ávaringar í Havn

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Í tveimum førum eru brandalarmarnir í H-bygninginum farnir frá seinastu vikuna, boðar Landssjúkrahúsið frá. Hetta hevur tó ikki verið orsakað av eldi, men av áhaldandi arbeiði sum enn fer fram í H-bygninginum.

Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, upplýsir at hann hevur boðað Landsverki frá og biðið um at handverkararnir eru meira varnir tá arbeitt verður.

Hæddin har alarmurin fór frá bleiv evakuerað út í forhøllina á Landssjúkrahúsinum, og Steinar Eirikstoft letur væl at handferðini hjá starvsfólkunum.

“Starvsfólkini gjørdu akkurát sum tey skuldu, og evakueraðu sjúklingarnar út í forhøllina,” sigur hann.

Skipanin er gjørd so at um ein alarmur fer frá, so sæst akkurát hvør sensorur er aktiveraður, og tískil er tað skjótt at finna fram til orsøkina.

“H-bygningurin verður yvirtakin stigvíst, og tað er í hesum høpi at handverkarir framvegis arbeiða í bygninginum.”