NSÍ hevur í dag styrkt liðið við Emil Weihe Joensen, sum hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við felagið.
21 ára gamli Emil Weihe Joensen, ið er uppvaksin í B36, hevur sambært FaroeSoccer spælt 92 dystir og skotið 9 mál í bestu deildini fyri ÍF, Skála, B36 og EB/Streym.
Hann hevur eisini verið partur av føroysku landsliðunum á U17, U19 og U21 stigi.
NSÍ skrivar, at Emil byrjar til venjing longu í kvøld, og vónandi verður hann á vøllinum í morgin, tá ið NSÍ tekur ímóti FC Suðuroy við Løkin í venjarakappingini.