Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi 30. oktobur at játta hálva millión krónur við tí endamáli, at byrja tilgongdina at útvega VÍF betri karmar. Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.
Ætlanin er at umbyggja verandi køk í ítróttarhøllini til vektrúm og at byggja uppí eystara enda á høllini, har sum høvuðsinngongdin er. Fyrireikingararbeiðið er farið ígongd og er komið væl ávegis.
Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru 4 milliónir krónur settar av, so byggiarbeiðið kann setast í verk komandi ár.
Líka síðan ítróttahøllin í Vestmanna var tikin í brúk í 1986, hevur tosað verið um at gera høli til ítróttafelagið í bygdini.
Á heimsíðuni hjá Vestmanna kommunu fegnast bygdarráðið um, at Vestmanna Ítróttafelag umsíðir fær somu karmar sum feløgini, tey kappast ímóti, og at VÍF fær hølir, sum hóska til stóra virksemið hjá felagnum.