Enniberg komin heim

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í gjár um 14-tíðina kom flakatrolarin Enniberg á Havnina.

Teir fóru avstað 7. oktober, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Enniberg hevur roynt í Barentshavinum, og skipið hevur umleið 480 tons av flaki við sær heim, sum verður landað í Havn.

Facebook-síðan hjá føroysku sjómansmissiónini skrivar, at lagið var gott á monnum, og á familjum, nú teir hava gjørt ein hampiliga góðan túr og komu heim áðrenn jól.

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)