Erling Eidesgaard mist tingsessin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Erling Eidesgaard úr Tjóveldi er farin úr Løgtinginum, tí Dennis Holm tekur aftur sæti í tinginum, nú hann er farin frá sum landsstýrismaður.

Tá eitt landsstýrisfólk fer úr starvi, tekur viðkomandi við aftur løgtingsstarvinum í somu løtu, sum viðkomandi fer frá sum landsstýrisfólk.

Erling Eidesgaard er triðja varafólk hjá Tjóðveldi. Tey trý varafólkini hava verið Eirikur í Jákupsstovu , Liljan Weihe og Erling Eidesgaard.

Møguliga verður aftur pláss fyri Erlingi Eidesgaard sum varamanni, um Hervør Pálsdóttir, Annika Olsen, Eirikur í Jákupsstovu ella Liljan Weihe verða nýtt landsstýrisfólk.

Tjóðveldi kann eisini velja ein annan persón í landsstýrið, sum ikki er valdur á ting. Tað er eingin treyt, at landsstýrisfólk skulu vera tingfólk ella hava stillað upp til løgingsval.