Farnetið flytir yvir til Net

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Tele flytir nú sendistøðirnar á farnetinum frá tænastufelagnum P/F FT Samskifti til netfelagið P/F Net. Hetta er eitt týðandi stig fyri at økja gjøgnumskygni og styrkja fríu kappingina á fjarskiftisøkinum.

Við hesi broyting virkar Føroya Tele neutralt mótvegis øllum fjarskiftisveitarum og tryggjar teimum javnbjóðis atgongd til fjarskiftiskervið. Nema og Føroya Tele brúka somu sendistøðir og virka á sama tøkniliga grundarlagi, til dømis við 5G. Tey hava hvør sína kjarnutøkni og veita serstakar tænastur í fríari kapping.

– Vit hava ein tvíbýttan leiklut í samfelagnum. Vit eru bæði tænastufelag í kapping og skulu tryggja, at føroyingar hava atgongd til eitt dygdargott fjarskiftiskervi. Hetta skulu vit vera tilvitað um hvønn dag, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.

Kappingareftirlitið fegnast um broytingina.

– Tað er týdningarmikið, at P/F Net hevur alt fjarskiftiskervið – eisini farnetið. Hetta skapar størri tryggleika hjá teimum, sum vilja royna seg í kapping, sigur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum.

Landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen er eisini fegin um, at bygnaðurin verður greiðari.

– Eg havi leingi eftirlýst betri gjøgnumskygni á telemarknaðinum, sum er ein treyt fyri fríari kapping og rímiligum prísum til brúkaran, sigur hann.