Felags visitatión fyri ortopedi í Sjúkrahúsverkinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Skjøtil er settur á felags visitatión fyri ortopedi í Sjúkrahúsverkinum. Tað skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðu síni.

Hetta er ein týðandi liður í at gagnnýta virksemið og tilfeingið til fulnar, sum eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum leggur upp til.

Frá 20. januar verða allar ávísingar innan ortopedi savnaðar á sama stað. Við hesi broyting slepst undan, at ávísingar enda á trimum ymiskum støðum: Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað ger, at við einari inngongd og felags visitatión slepst undan dupultávísingum.

Hetta ger, at kapasiteturin kann gagnnýtast optimalt, og størri gjøgnumskygni verður í bíðitíðunum. Høvuðsvisitator fær betri og skjótari møguleika at beina sjúklingarnar á rætta stað, samstundis sum viðkomandi upplýsingar verða tryggjaðar. Hetta leiðir til færri afturvísingar av ávísingum.

Endamálið er at betra um tænastuna til føroyingar. Við at tryggja betri gjøgnumskygni og effektivari handfaring av ávísingum, vilja vit stimbra góðskuna í heilsuverkinum.