, ,

Feynoord fyllir 115 ár í dag

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 19. juli 1908 varð fótbóltsfelagið Wilhelmina stovnað á einari barr í Rotterdam. Í dag kenna vit felagið sum Feyenoord og tað er eitt av teimum feløgunum í Hollandi, sum hava fingið best úrslit við hópin av heimligum og altjóða sigrum, harímillum Europa Cup fyri meistaralið í 1970. Námsvinnukongurin, C. R. J. Kieboom, var fyrst kassameistari í felagnum frá 1927 og síðani formaður frá 1939-67.

Upprunaliga navnið vardi minni enn eitt ár, men teir royndu seg við nøkrum øðrum – Hillesluise FC og RVV Celeritas – áðrenn teir lendu á SC Feijenoord í 1912 eftir býarpartinum í grannalagnum í Rotterdam (felagið broytti navnið til SC Feyenoord í 1974 og til Feyenoord Rotterdam í 1978, tá teir loysti seg frá áhugafelagnum undir veingjabreiðinum, SC Feyenoord). Góðu úrslitini komu stutt eftir, tá felagið gjørdist meistari á fyrsta sinni í 1924 og vann fýra meistaraheiti afturat umframt tveir steypasigrar fram til 1940.

Síðani ​​Eredivisie byrjaði í 1956 hevur Feyenoord vunnið ellivu meistaraheiti afturat, seinast í 2022-23. Við samanlagt 16 meistaraheitum er felagið á 3. plássi aftan fyri Ajax Amsterdam (36) og PSV Eindhoven (24).

Sum meistari í 1969 luttók Feyenoord í Europa Cup fyri meistaralið í 1969-70 og vann á Celtic í finaluni, tá eysturríkarin Ernst Happel stjórnaði liðnum. Felagið gjørdist sostatt fyrsta hollendska liðið, sum vann eitt stórt europeiskt steyp, hóast Ajax skjótt fangaði teir aftur og síðani legði seg framum, tá teir vunnu tríggjar tær næstu kappingarnar. Sama ár vann felagið Intercontinental Cup og legði síðani tvey UEFA Cup steyp afturat (1974 og 2002) til altjóða heiðurin.

Seinnu árini hevur felagið aftur gjørt vart við seg og hevur vunnið meistaraheitið í 2017 og 2023 umframt steypakappingina í 2016 og 2018. Samanlagt hevur Feyenoord vunnið trettan steypasigrar og hevur altíð spælt í Eredivisie, síðani felagið flutti upp í 1921, umframt Eerste Klasse, sum besta deildin kallaðist áðrenn 1956.

Tey trý stóru feløgini: Ajax, PSV og Feyenoord hava ongantíð flutt niður úr Eredivisie. FC Utrecht var úrslitið av samanleggini millum trý býarfeløg í 1970 (VV DOS, Velox og USV Elinkwijk), har VV DOS ongantíð hevði flutt niður úr Eredivisie.

Millum kendar Feynoord leikarar kunnu nevnast: Puck van Heel, Coen Moulijn, Ove Kindvall, Johan Cruijff, Ruud Gullit, Ronald Koeman, Wim Jansen, Ed de Goey, Dirk Kuyt, Henrik Larsson og Jon Dahl Tomasson.