,

Ein vika við mentan­ar­lig­um margfeldni í Havn

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Tórshavnar kommuna ger seg nú til reiðar at hýsa Fjølmentanarvikuni 2024, ið er ein fagnaður av mentanarligum margfeldni við nýskapandi tiltøkum, og spennandi upplivingum. Fjølmentanarvikan er í døgunum 25. oktober til 2. november. Í ár verður vikan fylt við eini blanding av tónleiki, listi, mati og familjuvirksemi, ið øll kunnu luttaka í og njóta.

Nýhugsandi list og tónleikur

Eitt breitt úrval av list og tónleiki, frá siðbundnum til eksperimenterandi verkum verður at síggja. Listafólk og tónleikarar frá ymiskum londu verða til staðar, at vísa fram síni nýggjastu verk og hugskot. Til ber at uppliva spennandi tónleikaframførslur, bæði siðbundið føroyskt til ljóð úr fjarløgdum mentanum.

Matmentan úr heiminum

Ein stórur partur av vikuni verður eisini ein ferð innan matheimin, har tað veru møguligt at royna lekkrar rættir ú øllum heimshornunum. Á matskeiðum og kokkakappingum, verður man møttur við nýggjum smakkum, og sleppur at uppliva aðrar matmentanir ið annars ikki eru so vanligar í Føroyum

Virksemi fyri familjur

Fjølmentanarvikan er ikki bert fyri vaksin, men eisini fyri barnafamiljur. Fleiri tiltøk eru skipaði soleiðis, at børn eisini kunnun njóta eitt nú leikur, søguupplestur og skapandi verkstovur. Her kunnu børnini fáa gleði av at læra um aðrar mentanir.

Samleiki og samanhald

Endamálið við Fjølmentanarvikuni er at skapa eitt rúm, har mentanarligt margfeldni verður viðurkent og virðismett. Tiltakið gevur høvið at breiðka sítt sjónarmið, og at síggja hvussu margfeldni kann ríka okkara samfelag.

Til ber at lesa meira um tiltakið her