Fleiri dagstovnapláss tøk í Miðstovninum í Havn eftir summarfrítíðina

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Miðstovnurin húsast í tveimum bygningum, og eftir summarfrítíðina fara bygningarnir báðir at rúma hvør sína vøggustovu og barnagarð. Tað eru tillagingar av bygnaðinum og bygninginum í Kongagøtu, sum hava við sær, at fleiri pláss verða tøk aftaná summarfrítíðina.

Tað skrivar Tórshavanar kommuna.

Miðstovnurin í Kongagøtu verður sostatt býttur upp í stovur, soleiðis sum vanligt er á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Virksemið á Miðstovninum í Realskúlanum hevur frá uppruna verið opið og funksjónsbýtt, tað vil siga við virksemisrúmum, verkstaði, sansastovu og øðrum, og tann leisturin fer at halda áfram.

– Vilt tú skriva barnið upp til Miðstovnin, kanst tú gera tað á síðu okkara »Skriva upp til dagstovnapláss«, skrivar kommunan.

Børn, ið frammanundan standa á bíðilista til Miðstovnin, varðveita sína uppskriving.

Skriva upp til dagstovnapláss