Fleiri enn 50 áarlop í gjár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir tvær vikur við kulda og kava eldvi nógva regnið í gjár til fleiri áarlop kring landið.

Tað byrjaði við nøkrum áarlopum tíðliga seinnapartin, og Landsverk ávaraði bilførarar um ring koyrilíkindi. Serliga vórðu tað vegastrekkir norðanfyri Hósvík, millum Leynar og Skæling, og á Oyndarfjarðarvegnum, sum vóru hart rakt. Maskinur vórðu sendar út at rudda vegirnar, men skjótt vóru fleiri áarlop, serliga í Streymoynni og Eysturoynni.

Áarlopini gjørdu at fleiri vegir vóur stongdir, og løgreglan mælti fólki frá at koyra millum Skálafjørð og Skipanes. Seinni varð eisini rátt frá at koyra millum Skála og Skálafjørð.

Á Selatrað vóru fýra áarlop í Svartá filmað, og upptøkurnar, sum fóru í umfar á netinum, vístu, hvussu sterkar náttúrukreftirnar eru.

Samanlagt vóru fleiri enn 50 størri og smærri áarlop skrásett.

Í gjárkvøldi var vegurin frá rundkoyringini omanfyri Norðskála oman til Magnstøðina við Streymin stongdur av áarlopið. Eisini vóru nógv áarlop í Kollfjarðardali millum Effostøðina og Leynatunnilin, og fleiri bilar stóðu fastir.

Í Hósvík var Vørðuvegurin stongdur av tí nógv vatninum, sum var á vegnum, og stórir sekkir vórðu brúktir til at leiða vatnið burtur. Eisini í Søldarfirði og í Vestmanna var nógv vatn á vegunum

Landsverk heitti í gjárkvøldið á borgararnar um ikki at koyra óneyðugt, meðan arbeitt varð við at rudda vegirnar. Landsverk gavst at rudda klokkan 22 í gjárkvøldi.

Í morgun boðar Landsverk frá, at støðan er betri, men enn kann nógv vatn vera á vegnum. Tað hevur ikki regnað so illa í nátt, og einki er at frætta um fleiri áarlop í morgun. Tað er koyrandi til allar bygdir í morgun.