Í gjár vóru gjørdar royndarupptøkur til ein ræðufilm í Vestmanna. Upptøkurnar fóru fram í Fonsdali og Bjarnadali. Leikstjóri er Gudmund Helmsdal, og fleiri vestmenningar vóru við í upptøkunum. Tað skrivar Vestmanna kommuna.
Í apríl fer ein størri filmsframleiðsla av bakkastokki í Vestmanna, tá ið upptøkur verða gjørdar til ein týskan spælifilm, sum gongur fyri seg fyrst í 1800-talinum. Í hesum sambandi verður leitað eftir monnum millum 40 og 60 ár at spæla sjómenn. Royndir sum sjónleikari eru ikki neyðugar.
Eisini er ein spælifilmur, Vandaferð, ávegis. Hann snýr seg um sluppina Union Jack, sum varð bumbað av týskum kavbáti í 1940. Filmurin lýsir teir tveir dagarnar eftir, tá manskapið royndi at finna land, troyttir, svangir og í summum førum særdir.
Hetta er ein kostnaðarmikil verkætlan, og fíggingin er enn ikki fullfíggjað, so upptøkurnar eru óvissar. Gudmund Helmsdal er eisini leikstjóri á hesum filmi.