Fleyr nærkast finaluplássi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hotel Djurhuus-deildin:
Fleyr – TB 3-1 (25-20, 25-23, 22-25, 26-24)

Fleyr heldur fast í finaluplássinum eftir sigur á TB. Men tað var ikki uttan svørðsslag, tí í øllum fýra settunum var TB frammanfyri seint í settunum, men megnaði tó bara einaferð at koma upp á 25.

Tað var eisini Fleyr, sum sveiggjaði dirigentstavinum fyrstu løtuna og legði seg á odda 10-5 í fyrsta setti, men TB kom aftur í aftur og javnaði til 13-13 og fór framum 15-14 og 18-17. Við fýra bóltum á rað tók Fleyr tó leiðsluna aftur og tryggjaði sær settið 25-20.

TB fekk framúr byrjan upp á annað sett og legði seg á odda 7-2 og 11-6, áðrenn Fleyr javnaði til 14-14 og fór framum 20-16. TB menti seg tó aftur og fór framum 22-21. Men Fleyr svaraði aftur við trimum stigum á rað og vann settið 25-23.

Í triðja setti gekk leingi javnt á, men eftir at hava verið á odda 19-16, misti TB stevið eina løtu, og Fleyr vann seg framum 20-19 og 21-20. TB fótaði sær tó aftur, og við fýra stigum á rað vann TB sær tríggjar settbóltar við støðuna 24-21, áðrenn settið varð vunnið 25-22.

Lítið restaði í hjá TB at vinna sær stig úr dystinum og tvinga hann út í javnbrótara, tá TB legði seg á odda 18-15 í fjórða setti. Men Fleyr ernaðist aftur og javnaði til 19-19 og vann sær tveir dystarbóltar við støðuna 24-22. TB hóraði undan í fyrstu syftu og javnaði til 24-24, men Fleyr fekk nýggjan dystarbólt, sum hesa ferð varð gagnnýttur, og so vann Fleyr 26-24 og dystin 3-1.

Í morgin klokkan 16.00 verður avgerandi dystur millum Mjølnir og KÍF, um hvør teirra skal verða fyrsti avbjóðari at jagstra Fleyr á øðrumplássi, sum gevur sæti í FM-finalunum. Mjølnir er undan dystinum nummar trý, seks stig aftanfyri Fleyr, og KÍF er nummar fimm, heili átta stig aftanfyri Fleyr. Øll liðini hava spælt níggju dystir, og sostatt eru seks dystir eftir í sjálvari landskappingini.


Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.LiðDystirSettmunurStig
192125
2Fleyr9919
3Mjølnir9213
4TB9-113
5KÍF9-511
6Dráttur9-260

Mynd: Fleyr