,

Fleyr nærkast FM-finalunum eftir sigur á KÍF

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hotel Djurhuus-deildin:
Fleyr – KÍF 3-0 (25-23, 25-10, 25-9)


Við fimm stigum hjá KÍF upp til Fleyr á øðrumplássi undan dystinum týskvøldið var sigur til kollfirðingar krav, um teir skuldu gera sær vónir um at koma í FM-finalurnar í Hotel Djurhuus deildini. Men tann vónin brast eftir stuttari løtu, tí Fleyr vann 3-0, og í øðrum og triðja setti var talan um avsmurning.

Tó bendi einki á avsmurning í fyrsta setti, sum til endans gjørdist rættiliga spennandi. Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 5-3, vann Fleyr teir næstu fimm bóltarnar og fór framum 8-5. Kortini megnaði Fleyr ikki rættiliga at slíta seg leyst fyrr enn seinna helming av settinum, tá Fleyr fyri fyrstu ferð legði seg á odda við fýra stigum. Settið tóktist at vera komið undir land, tá støðan gjørdist 23-18, men við góðum endaspurti kom KÍF upp á bæði 22-23 og 23-24, men Fleyr vann settið 25-23 við seinna settbóltinum eftir smassj frá Hannu Andriasdóttir Olsen.

Spenningurin, sum fyrsta settið legði upp til, hvarv tó fullkomiliga í teimum báðum næstu settunum, tí KÍF fall púrasta í fátt. Eftir stutta løtu í øðrum setti hevði Fleyr lagt seg á odda 8-2, og tann munurin bara vaks, so hvørt sum settið leið, og brátt hevði Fleyr vunnið 25-10.

Sama gongd var í triðja setti, har Fleyr legði seg á odda 7-0 eftir góðar servur frá Brynju Jákupsdóttir, sum tó eisini var heppin við tveimum netrullarum. Lítla løtu seinni var 14-2, áðrenn settið var vunnið 25-9.

Við teimum trimum stigunum er mest sum vist, at tað verður Fleyr, sum fer at spæla FM-finalur ímóti SÍ í mars. Spælt verður best av trimum dystum. Fremsta liðið í landskappingini hevur heimavøll í fyrstu finaluni og aftur í einari møguligar triðju finalu.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr.LiðDystir (av 15)SettmunurStig
1102428
2Fleyr111525
3KÍF12-417
4TB11-116
5Mjølnir11-213
6Dráttur11-320

—————
Mynd: Fleyr