,

Flogbóltssambandið sett nýggjan stjóra

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Flogbóltssamband Føroya hevur fingið ein nýggjan stjóra.

Tað er Jóhan Vest settur, sum stjóri í Flogbóltsssambandi Føroya. Tað er nevndin fyri Flogbóltssambandi Føroya – FBF – ið hevur sett Jhann sum stjóra.

Tað skrivar Flogbóltssambandið á sínum Facebook-vanga.

Jóhan er sandingur, sum er búsitandi í Oyndarfirði, har hann í nógv ár hevur verið formaður fyri ítróttafelagið í Oyndarfirði, ið er bygdarfelagið har í bygdini.

Jóhan hevur somuleiðis sitið í ymiskum leiðslustørvum og hevur verið býráðslimur í Runavíkar Kommunu.

Jóhan byrjar formliga í starvinum 1. mars, skrivar Flogbóltssambandið.