FM1 í nýggjum hami á netinum

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Tíðindamiðilin FM1 er komin út á nýggjari heimasíðu, ið skal samansjóða tilfarið frá útvarvpsstøðini FM1 og netmiðlinum FM1.fo og gera tað lættari fyri fólk at hoyra ella lesa tíðindini.

FM1 hevur flutt seg frá at fokusera mestsum burturav á útvarp til ein miðil sum leggur dent á bæði útvarp og internetið. Miðilin hevur í hesum sambandi økt um arbeiðsorkuna og sett tíðindafólk aftur at teimum verandi.

“Fyri umleið einum ári síðan fekk FM1 eina heimasíðu til at leggja ymiska kunning út um radiosendingar,” sigur Durita Adela, stjóri. “Nú eru vit komin víðari og hava tikið næsta stig og gjørt ein plattform á netinum sum integrerar og skipar okkara miðlavirksemi.”

“Bæði lurtarar og lýsarar kunnu fegnast um menningina her,” leggur stjórin afturat. “Vit hava fingið ein munandi styrktan miðil sum kann bjóða dygdargott tilfar, bæði sum ljóð og sum tekstur, myndir og grafikkur. Hetta gevur eisini lýsarum sera góðar møguleikar at samstarva við FM1, veri seg við handilsligum lýsingum, starvslýsingum ella aðrari kunning.”

Mong ið lurta eftir útvarpsstøðini FM1 hava spurt um sendingar sum fyrr hava verið.

“Vit hava merkt ein vaksandi áhuga millum lurtarar sum ynsktu at síggja meira til FM1 á netinum og sum eftirlýstu eina greiðari arkivskipan fyri sendingar ið hava verið,” sigur Durita Adela.

“Við hjálp av hesi nýggju heimasíðuni hava vit fingið tilfarið betur skipað og lættari og skjótari at finna.”

Til lýsarar hevur FM1 fýra miðlapallar at bjóða: FM1 radio, Voxpop radio, FM1.fo netmiðil, og so uttandura stórskermin í Bøkjarabrekku í Havn.

FM1 er óheftur tíðindamiðil við trimum tíðindasendingum um dagin umframt ítrótt og ymiskar sendingar um aktuell evnir. Hartil verður FM1.fo netsíðan dagførd 24/7.